Westlife hava í kvøld spælt størstu poppkonsert, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Westlife imponeraðu við góðum sangi og sangum, og móttøkan var fantastisk!
- Eg veit ikki ordiliga, hvat eg vænti mær av konsertini í kvøld, tí hetta heilt nýtt fyri okkum allar, men vit gleða okkum sera nógv at spæla her í Føroyum, sigur Nicky Byrne, sum er ein av sangarunum í Westlife.
Fríggjadagurin á Summar Festivalinum gjørdist ein stórur festivaldagur. Her eru nakrar myndir frá degnum, har Shubidua og Páll Finnur Páll vóru millum bólkarnar á pallinum.
Dagsbillettir til Summar Festivalin í dag kunnu keypast við inngongdina frá kl. 14.00. Í kvøld fer stóra navnið á festivalinum hesaferð, Westlife, á pallin.