Dagsbillettir verða seldar til dyrnar |
![tidindir]() |
| Skriva tann 07.08.2010 |
Leygardagurin er størsti dagurin á Summar Festivalinum, og dagurin í dag bjóða eina ørgrynnu av góðum tónleiki á trimum pallum.
Stóra navnið í dag og festivalinum annars er sjálvandi Westlife, sum er mest seljandi tónleiakbólkurin í heiminum seinastu 10 árini. Teir fara í kvøld at spæla sínar kendu sangir live á Vágsbøi, og roknað verður við størstu konsert í Føroyum nakrantíð í kvøld.
Nógvir góðir føroyskir bólkar kunnu eisini upplivast á palli í dag. Millum annað Carlsen, Dynamitt, Eyðun & Terji, Grandmas Basement og onnur.
Dagsbillettir kunnu keypast við dyrnar frá kl. 14.00 í dag. Billettirnar kosta 700 kr.
Aftur