Eg gleði meg til konsertina í kvøld |
![tidindir]() |
| Skriva tann 07.08.2010 |
Seinnapartin í dag komu sangararnir í Westlife til Føroya við leiguflogfari úr Onglandi, og teir eru í góðum lag og klárir til konsertina í kvøld.
- Vit kenna ikki so nógv til Føroyar, men tað var eitt fantastiskt upplivilsi at flúgva inn millum fjøllini og lenda her í Føroyum, segði Nicky Byrne í samrøðu við Rás2 seinnapartin.
- Eg havi bakgrund í fótbólti, so eg kenni eitt sindur til Føroyar. Eg minnist, tá Írlandi spældi ímóti Føroyum, men eg havi ikki verið her áður, segði hann.
Nicky Byrne lovar eina góða konsert í kvøld, tí bólkurin hevur verið á konsertferð í tveir mánaðir og er sera væl fyri í løtuni.
- Eg veit ikki ordiliga, hvat eg vænti mær av konsertini í kvøld, tí hetta heilt nýtt fyri okkum allar, men vit gleða okkum sera nógv at spæla her í Føroyum, segði hann.
Seinnapartin í dag ætlaðu teir í Westlife at eta eitt sindur av føroyskum mati, teir ætlaðu at royna føroyskan fisk.
Aftur