Tað skuldi verið fyri trimum árum síðani, men tá varð tað av ongum. Teir fóru ongantíð av flog úr Danmark, fóru heimaftur og eftir stóðu nógvir vónbrotnir føroyingar.
Í ár sendu fyrireikararnir aftur boð eftir teimum. Og hesaferð fóru teir á flog úr Danmark, teir lendu í Føroyum, teir fóru á stóra pall á Vagsbøi, og teir løgdu Føroya størsta festival fyri sínar føtur.
Shubidua vóru fantastiskir. Teir spældu sínar kendu sangir, fingu fólk at syngja við, og teir vístu, hví teir eru kanska best umtókti festivalbólkurin í Danmark.
Tað tók trý ár at bíða eftir teimum - men tað var vert tað!