Festligu Shubidua á Summar Festivalin

tidindir
Skriva tann 12.12.2009

Shubidua eru nakað heilt serligt í donskum tónleiki. Teir eru fólkakæri og festligi bólkurin, sum kann leggja stóra og smáar fjøldir niður við sínum fangandi, løttu og stundum stuttligu sangum. Og teir eru eisini sera populerir millum føroyingar og hava áður spælt á stórum konsertum í Føroyum.

Fyri trimum árum síðani skuldi Shubidua koma til Føroya at spæla á Summar Festivalinum, men tá forðaðu floglíkindini fyri, at teir kundu koma til Føroya. Men nú verður roynt aftur. Shubiuda verða at hoyra á Summar Festivalinum 2010, og teir fara á stóra pall fríggjakvøldið 6. august.

Shubidua hevur meira enn 35 ár á baki sum tónleikabólkur, og teir hava verið sera virknir hesi árini. Teir hava givið nógvan tónleik út, og teir hava verið umbidnir víðahvar til konsertir og framførslur. Og Shubidua teljast framvegis millum størstu bólkarnar í donskum tónleiki, og teir spæla til stóru festivalarnar mest sum hvørt summar.

Og nú koma teir so aftur til Føroya at spæla. Tað verður lívligt, tað verður stuttligt, og tað verður óvanliga festligt.

Aftur

Bookmark and Share

Westlife á Summarfestivalinum





Páll Finnur Páll
Grandma´s Basement
Tinganest

Dynamitt
Heini Lützen
Hanus G. Johansen
Hamferð
The Dreams
Niarn  
Guðrið Hansdóttir
Kim Hansen
Oniontree
Marius
Martin Joensen
Carlsen
Brandur Enni
Synarchy
Pætur við Keldu
Robert McBirnie
Eyðun og Terji
TOS
Uni Arge
Hans Hjalti Skaale
Jens Eli Ellefsen
Ingunn og Herborg
Lív og Tróndur
Rógvi Jacobsen
Trølla Pætur

Todi Jónsson, fótbóltsland




       WestlifeWestlifeShu-Bi-DuaShu-Bi-Dua

Norðoya Sparikassi Atlantic Airways Føroyar Tele Føroya Bjór Postverk Føroyar Trygd Sosialurin Norðhús KBI