Guðrið á stóra palli

tidindir
Skriva tann 06.08.2010

Guðrið Hansdóttir er komin langt við sínum tónleiki seinasta árið, og hetta hevur eisini við sær, at hon fyri fyrstu ferð skal spæla á stóra palli á Summar Festivalinum.

- Guðrið Hansdóttir hevur fleiri havt framførslur á Summar Festivalinum, og í fjør hevði hon eina framúr góða konsert. Hon hevur eisini verið uttanlands og spælt, og tí halda vit, at tíðin er komin til, at Guðrið Hansdóttir spælir á stóra palli á Vágsbøi, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

Guðrið Hansdóttir hevur givið tvær fløgur út, og fleiri av hennara sangum er blivnir væl kendir millum fólk.

 

Aftur

Bookmark and Share



 

       TV-2TV-2TV-2TV-2

Norðoya Sparikassi Atlantic Airways Føroyar Tele Føroya Bjór Postverk Føroyar Trygd Sosialurin Norðhús KBI