Enn ein festivalur fyri framman
|
![tidindir]() |
| Skriva tann 16.11.2011 |
Fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004. Síðani hevur festivalurin vaksið seg til størsta tónleikatiltakið í landinum, og seinastu árini hava millum 8 og 10.000 fólk verið á festivali hvørt ár. Samanlagt hava sløk 65.000 fólk verið á festivali hesi átta árini, festivalurin hevur verið hildin.
Fríggjadagin byrjar forsølan til festivalin í 2012, og útlit eru fyri, at tað aftur næsta ár verður nógv fólk á Summar Festivali. Áhugin fyri festivalinum er framvegis sera stórur, og nógv fólk hava langt síðani bílagt sær gisting og innivist í Norðoyggjum á komandi festivali.
Summar Festivalurin fer eisini í 2012 at bjóða spennandi útlendsk tónleikanøvn og nógvar góðar føroyskar bólkar.
Atgongumerki til Summar Festivalin 2012 kunnu frá fríggjadegnum 18. november keypast í Telebúðum kring landið og her á heimasíðuni.
Aftur