Fólk velja Summar Festivalin

tidindir
Skriva tann 26.07.2012

Størsta einstaka konsertin, sum hevur verið hildin á Summar Festivalinum, var í 2010, tá ið írski dreingjabólkurin Westlife spældi á Vágsbøi. Tá vóru eini 10.000 fólk á konsert.

Men líkt er til, at áhugin fyri Ronan Keating, sum spælir á Summar Festivalinum í ár, er eins stórur, og áhugin var fyri Westlife. Í øllum førum er forsølan til Summar Festivalin í ár minst líka góð sum í 2010.

- Forsølan í ár er helst tann besta, vit hava havt, og tí vita vit longu nú, at sera nógv fólk koma á Summar Festivalin í ár, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum.

Millum 6.000 og 7.000 fólk hava longu tryggjað sær atgongumerki til ársins Summar Festival, og roknað verður við nógvari sølu komandi dagarnar.

- Royndirnar siga, at vit selja nógv atgongumerki dagarnar upp undir festivalin, og soleiðis rokna vit eisini við, at tað fer at verða í ár, sigur Erik Biskopstø.

Aftur

Bookmark and Share

Keyp her

 Hans Andrias
 
 Annika Hoydal
 
 Tinganest
 
 Týr
 
 Bros
 
 Signar í Homrum
 
 Evi
 
 Hanus G
 

Kim Larsen & Kjukken     Kim Larsen & Kjukken     Kim Larsen & Kjukken     Kim Larsen & Kjukken

Norðoya Sparikassi Atlantic Airways Føroyar Tele Føroya Bjór Postverk Føroyar Trygd Sosialurin Norðhús KBI