FORSØLAN GÓÐA BYRJAN
|
![head_news]() |
| Skriva tann 13.01.2012 |
Í ár verður 9. Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og hesaferð verður festivalurin hildin í døgunum frá 2. til 4. august. Forsølan hevur gingið sera væl higartil, og skal hon brúkast sum samanbering, so koma tað minst líka nógv fólk á festivalin í ár sum undanfarin ár.
Fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004. Síðani hevur festivalurin vaksið seg til størsta tónleikatiltakið í landinum, og seinastu árini hava millum 8 og 10.000 fólk verið á festivali hvørt ár. Samanlagt hava sløk 65.000 fólk verið á festivali hesi átta árini, festivalurin hevur verið hildin.
Summar Festivalurin fer eisini í 2012 at bjóða spennandi útlendsk tónleikanøvn og nógvar góðar føroyskar bólkar.
Atgongumerki til Summar Festivalin 2012 kunnu keypast í Telebúðum kring landið og her á heimasíðuni.
Aftur