Matstova í Neystinum
|
![tidindir]() |
| Skriva tann 03.08.2012 |
Magni Garðalíð, kokkur, fer at standa fyri matstovuni í neystinum, og ætlandi kunnu eini 60 gestir vera inni í senn.
-Talan verður eina matskrá við trimum rættum. Maturin kemur frá góðkendum køki á Húsum, sigur Magni Garðalíð, sum sigur, at tey eru sera spent uppá hesa royndina.
-Neystið verður riggað til og stásað upp. Vit leggja dent á hugnan og har verða ljós á borðinum og sum heild verður dentur lagdur á hugnan, og at fólk kunnu sita í frið og njóta ein góðan bita við onkrum leskandi afturvið, sigur Magni Garðalíð.
-Hugnin verður í hásæti, sigur Magni Garðalíð, sum í hesum døgum stákast við at umskipa kappróðrarneystið í Klaksvík til góða og hugnaliga matstovu.
Opið verður fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Aftur