Nú byrjar forsølan

tidindir
Skriva tann 16.11.2011

Summar Festivalurin 2012 verður hildin í døgunum frá 2. til 4. august 2012, og á skránni verða útlendskir og føroyskir tónleikabólkar.

Forsølan til Summar Festivalin byrjar fríggjadagin 18. november, og vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum kring landið og á heimasíðuni sf.fo.

Atgongumerki verður selt fyri serligan prís fyrstu tíðina. Vikuskiftispass til vaksin kostar 650 krónur, og tað er ein sparing á umleið 40 prosent samanborið við endaliga prísin á festivalinum.

Aftur

Bookmark and Share



 

       TV-2TV-2TV-2TV-2

Norðoya Sparikassi Atlantic Airways Føroyar Tele Føroya Bjór Postverk Føroyar Trygd Sosialurin Norðhús KBI