Veðrið var krevjandi fyri bæði gestir, fyriskiparar, tónleikarar og arbeiðsfólk, men hóast tað var vátt í tveir dagar, vildu øll gera sítt til, at festivalurin gjørdist góður – og tað gjørdist hann!
Í tríggjar dagar ljómaði tónleikurin á festivaløkinum í miðbýnum í Klaksvík, og fólk upplivdu nógvar frálíkar konsertir. Skráin var fjølbroytt og góð, og tónleikararnir gjørdu sær stóran ómak við sínum framførslum.
Hóast tað var brúk fyri regnklæðum og regnskjólum, so hugnaðu fólk sær óført, og sera nógv fólk møttu til stóru konsertirnar á Vágsbøi. Tí gjørdist áttandi Summar Festivalurin enn ein stór uppliving.
Fríggjakvøldið fingu D-A-D fjøldina at kóka - sí video niðanfyri.
Rasmus Seebach hevði eina framúrskarandi konsert Leygarkvøldið - sí video niðanfyri.