TV-2 á Vágsbøi

tidindir
Skriva tann 19.11.2011

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 2. til 4. august komandi ár, og fríggjadagin byrjaði forsølan til festivalin. Samstundis varð fyrsta av stóru nøvnunum á festivalinum kunngjørt – tað var TV-2 úr Danmark. TV2- hevur júst hátíðarhildið sín 30 ára dag, og tað gjørdu teir við framúr konsert í London. Ummælarar hildu, at bólkurin framvegis er í toppformi.

TV-2 gav fyrstu plátuna út í 1981, og síðani hevur bólkurin verið við í fremstu røð í donskum tónleiki – bæði við útgávum, hittum og live-framførslum.  TV-2 hevur selt hundrað túsundtals fløgur, hava funnið nógvar heiðurslønir, og framvegis verða teir roknaðir sum modernaðir og viðkomandi fyri bæði ung og vaksin fólk.

Teir hava í nýggjari tíð havt eins nógv hitt, sum teir plagdu at hava í 80’unum, og tað tekur ongan enda, um teirra kendu sangir skulu ramsast upp. Skulu vit byrja og enda onkrastaðni, so kunnu sangir sum Det Er Samfundets Skyld, Bag Duggende Ruder, Hallo Hallo, De Første Kærester På Månen, Rigtige Mænd, Kys Bruden, Kom Lad Os Brokke Os og Laternen nevnast.

Teir hava í sjálvironiskum tóna kallað seg keðiligasta orkestrið í Danmark, men tað heitið hevur staðið í stórari kontrast til teirra konsertir – tær hava verið alt annað enn keðiligar, og fólk kunnu avgjørt gleða seg til eina stórfingna konsert á Vágsbøi komandi summar.

 

Aftur

Bookmark and Share



 

       TV-2TV-2TV-2TV-2

Norðoya Sparikassi Atlantic Airways Føroyar Tele Føroya Bjór Postverk Føroyar Trygd Sosialurin Norðhús KBI