Shubidua væl móttiknir |
![tidindir]() |
| Skriva tann 02.02.2010 |
Shubidua teljast millum populerastu bólkar í Danmark, og føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir Shubidua. Tað sást aftur, tá ið Summar Festivalurin fríggjadagin kunngjørdi Shubidua sum eitt av høvuðsnøvnunum á ársins festivali.
Online sølan hjá Summar Festivalin fekk rættiliga ferð á seg, og seinastu dagarnar eru nógv atgongumerki til ársins festival seld.
Lagt er tí enn einaferð upp til eitt brak av einum Summar Festivalinum við Shubidua og nógvum øðrum spennandi bólkum.
Aftur