Størsta konsert nakrantíð

tidindir
Skriva tann 08.08.2010

Stóra navnið á Summar Festivalinum í ár savnaði eina óvanliga stóra mannfjøld á Vágsbøi. Eitt stórt túsundtal av fólki var til konsertina, har írsku popparnir sungu nógvar sínum kendu sangum.

Framførslan var framúr, og teir fýra sangararnir vístu, at teir duga sera væl at syngja. Gott lív var í framførsluni allatíðina, og teir dugdu væl at samskifta við áhoyrararnar.

Westlife spældi nógv av sínum hittum, men teir trivu eisini í kendar sangir hjá øðrum bólkum.

Konsertin við Westlife er størsta poppkonsert, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.






Aftur

Bookmark and Share



 

       TV-2TV-2TV-2TV-2

Norðoya Sparikassi Atlantic Airways Føroyar Tele Føroya Bjór Postverk Føroyar Trygd Sosialurin Norðhús KBI