Summar Festivalurin í hamferð

tidindir
Skriva tann 12.02.2010

Rockbólkur Hamferð verður at hoyra á Summar Festivalinum í ár. Bólkurin vann herfyri tónleikakappingina Sement, og ein av vinningunum var pláss á Føroya størsta festivali í august.

Hamferð spælir sveimandi, myrkan og harðan rocktónleik. Íblásturin fáa teir millum annað frá longum, myrkum vetrum her í Føroyum.

- Sjangran, sum vit spæla, kalla vit fyri Doom Metal. Tað er eitt slag av heavy, sum leggur meira dent á seint tempo og eina meira óhugnaliga, ella sorgabundna atmosferu, siga teir í bólkinum.

Harvið fær hugnaligi og breiði Summar Festivalurin eisini eitt innslag við hørðum rocktónleiki.


Aftur

Bookmark and Share



 

       TV-2TV-2TV-2TV-2

Norðoya Sparikassi Atlantic Airways Føroyar Tele Føroya Bjór Postverk Føroyar Trygd Sosialurin Norðhús KBI