Westlife á Summar Festivalin |
![tidindir]() |
| Skriva tann 19.02.2010 |
Seinastu 10 árini er Westlife tann tónleikabólkurin í heiminum, sum hevur selt flestar fløgur. Samlað hava írarnir selt 45 milliónir eintøk av sínum útgávum, og teir hava havt so nógv hitt í Bretlandi, at bert Elvis Presley og The Beatles hava havt fleiri.
Westlife eru heimskendir, men tað er ikki minst í Bretlandi, at bólkurin hevur verið stórur. Teirra sangir hava ein fyri og annar eftir klatrað upp eftir hitlistunum, og 14 ferðir hava teir havt ein sang ovast á almenna bretska hitlistanum. Allar 10 útgávurnar hjá bólkinum hava eisini verið í toppinum á hitlistunum.
Westlife vóru upprunaliga fimm sangarar, men fyri fleiri árum síðani valdi Brian McFadden at taka seg úr bólkinum. Stutt eftir var hann á Summar Festivalinum og spældi eina framúr góða konsert. Hinir fýra sangararnir - Mark Feehily, Shane Filan, Kian Egan og Nicky Byrne – hildu fram, sum um einki var hent, og teir hava veruliga havt vind í seglunum í síðani.
Í 2008 tók Westlife ein steðg frá útgávum og konsertferðum, men í fjør settu teir ferðina upp aftur, og í ár fara teir á eina umfatandi konsertferð, sum eisini førir teir til Føroya at syngja og spæla.
- Vit hava havt nógv stór og altjóða kend nøvn á Summar Festivalinum, men helst hevur Westlife munin á teimum øllum. Í 2007 høvdu vit størstu rockkonsert í Føroyum við Scorpions, og nú fáa vit størstu poppkonsertina her á landi nakrantíð, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
- Vit hava arbeitt í fleiri ár við at fáa Westlife til Føroya. Onkuntíð hevur tað verið nær við, og hesaferð bar tað til. Tað eru vit sera fegnir um og stoltir av. Hetta er størsta poppnavnið, vit nakrantíð hava sett á plakatina hjá okkum, sigur Erik Biskopstø.
Aftur