DIVAZ

Divaz er eitt tað heitasta navnið á føroyska tónleikapallinum í dag. Tey hava veruliga sligið navn sítt fast, og Divaz ber orð á sær at vera bólkurin, ið megnar at taka áhoyraran gjøgnum alla kenslumylluna.
Tað eru hendar nakrar broytingar í bólkinum. Millum annað hevur Anna Maria Olsen valt at ganga aðrar leiðir.
Á odda standa nú tær báðar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir - tvær sterkar songkvinnur, sum við sínum sangi, orku og karisma røkka langt út um pallkantin og inn í hjartað á áhoyrarunum.
Aftur at sær hava tær sera dugnaligar tónleikarar. Jóhan Ziskason á gittar, Kristoffer Mørkøre á bass og Henning Hjalt Nicodemussen á trummum. Hetta eru tónleikarar við drúgvum royndum, og eru teir ein sera væl samanspæld eind.
Kristoffer Mørkøre, sum er nýggi styrkurin í Divaz, er kendur tónleikaframleiðari og hevur eisini skrivað og framleitt mesta av tónleikinum á komandi fløguútgávuni hjá Divaz. Av øðrum framleiðslum hjá Kristofferi kunnu nevnast m.a. Jens Marni, Analog Norð, Russ Taff og Glóð.
Við somu brúsandi orku og spæligleði vísa tey nú nýtt dirvi og kant, og tey í Divaz gleða seg at blása áhoyrararnar um koll og lova eitt brak av eini framførslu á Summarfestivalinum.