Teir liva veruliga upp til slagorðið hjá SummarFestivalinum. Dynamit er fram um nakran bólkurin, har øll syngja við. Og aftur í ár sleppa fólk at syngja við.
Fyri bara seks árum síðani var bólkurin annars ikki stórt meira enn ein heldur buldralig parantes í føroysku tónleikasøguni. Seinna partin av 80’unum og nakað væl upp í 90’ini skaptu teir altíð lív í, har teir spældu til dans, men tað mundu tó vera tey fæstu – heldur ikki teir í bólkinum – ið vildu kalla bólkin fyri Guds gávu til føroyskan tónleik.
Hóast “Vit skilja einki” skapti hópatals landaplágur seinast í 90’unum, so var bólkurin farin upp á pensjón, tá fyrireikararnir av Summarfestivalinum lokkaðu teir at lukka ballið í 2005. Talan skuldi tá verða um allar seinastu framførsluna hjá Dynamit nakrantíð, men ístaðin gjørdist hetta startskotið til eina endurføðing av teimum heilt stóru.
Síðani er komin ein uppsamlingsfløga, og fyri tveimum árum síðani kom Dynamit við live-útgávu á DVD, har søgan um Dynamit eisini kann síggjast og hoyrast. Á hesi útgávu eru eisini fantastiskar live-upptøkur av teirra sangum frá Summar Festivalinum.
Tá tað ræður um at fáa lív í Vágsbø, eru teir sum teir bestu. Dynamit er garanturin fyri einum rimmar konsertbraki, har 10.000 tungur syngja kór til mongu landaplágurnar, sum bólkurin hevur skapt. Eingin teirra størri enn Grøv nummar 13, sum plagar at verða teirra punktum á konsertum.