EVI
Fyrstu ferð, Evi sang alment, var í sínum egna brúdleypi í august mánaði 2010. Síðani hevur tað gingið við rúkandi ferð. Hon hevur verið í Nashville og tikið upp, hon hevur givið fløgu út, spælt á konsertum og verið tilnevnd til amerikanskar countryheiðurslønir.
Fløgan hjá Evi, Wishing Well, sum kom út í fjør, er nú útgivin í Danmark og Noregi, og sangurin Blue Radio hevur verið spældur í radio í okkara grannalondum.