GLÓÐ
Hans Edward Andreasen, sum er kendur úr bólkinum The Dreams, hevur seinasta árið eisini verið partur av bólkinum Glóð, sum spælir rocktónleik á føroyskum máli.
Teir hava havt tvey stór hitt – við sangunum Spilt Tíð og Ferðsludráp – og tónleikurin hjá bólkinum hevur veruliga fangað oyrað.
Glóð gav í fjør fløgu út, men teir hava ikki spælt nakað serligt live enn. Tað verður í øllum førum broytt á Summar Festivalinum, tá ið Hans Edward og hansara menn fara á pallin í Flags tjaldinum og bjóða áhoyrarunum modernaðan føroyskan rocktónleik.