Guðrið Hansdóttir
Guðrið Hansdóttir hevur verið ein av okkara virknastu songkvinnum seinastu árini. Hon hevur skrivað sangir, givið fløgur út og spælt óteljandi konsertir - bæði heima og burturi.
Seinasta árið hevur Guðrið búð í Íslandi, og har hevur hon eisini fingið fótin fyri seg sum tónleikari. Hon hevur spælt nógvar konsertir, og sangir hjá henni hava eisini verið at hoyra á útvarpsrásunum. Guðrið var fyrr í ár á konsertferð í Europa, og hon arbeiðir nú við nýggjari útgávu, sum skal koma út seinni í ár.
Fyrsta vikuskiftið í augsut vitjar Guðrið Hansdóttir aftur á Summar Festivalinum. Hesaferð fer hon at hava framførslu sum solistur í Flags-tjaldinum.