Hanus G. Johansen
Fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í Klaksvík í 2004, og ein av tónleikarunum, sum stóð á plakatini, var vísusangarin Hanus Gærdum Johansen. Og síðani tá hevur Hanus staðið á plakatini hvørt ár. Nú verður Summar Festivalurin hildin fyri 9. ferð, og Hanus verður eisini hesaferð á pallinum.
Hanus hevur spælt á øllum pallunum á Summar Festivalinum. Hann hevur havt stórar konsertir á pallinum á Vágsbøi, hann hevur spælt á teimum smærru pallunum, har fólk hava flokkast frammanfyri, og líkamikið nær og hvar framførslan hevur verið, hevur Hanus tikið løtuna og høvið og verið framúr.
Við framúrskarandi løgum til eins framúrskarandi yrkingarnar hjá Pól F. hevur Hanus langt síðani brent seg fastan í føroysku fólkasálina. Og hóast hansara skrá er rúmligari enn tað, so hevur tú ikki veruliga verið á Summarfestivali, fyrr enn tú hevur hoyrt ramligu røddina hjá Hanusi kvøða løgini hjá sumbiarskaldinum.