Nólsoyingurin Kim Hansen er royndur tónleikari, sum hevur stóra virðing millum føroyingar fyri síni tónleikaligu avrik nógv tey seinastu árini. Hann hevur havt nógvar spennandi uppgávur, og millum annað hitaði hann upp fyri Elton John, tá ið heimskendi bretin hevði konsert í Føroyum.
Og nú hevur Kim Hansen fingið ein áhugaverda uppgávu afturat, tí á Summar Festivalinum skal hann hita upp fyri Ronan Keating.
Ronan Keating spælir á Vágsbøi fríggjakvøldið á Summar Festivalinum, og áðrenn írin fer á pallin, fer Kim Hansen at hava eina framførslu við sínum klaveri.
Kim Hansen hevur lagt rødd til nógvar frálíkar sangir, sum eru innspældir í ymiskum samanhangum. Hansara kendasti sangur er helst Maria, sum hann tulkar á føroyskum, men Kim Hansen eigur nógv onnur gullkorn.
Kim Hansen hevur eisini havt meira og minni eyðsýndar leiklutir í kendum føroyskum bólkum seinnu árini. Hann spældi við í Moirae, Showmonnum, og hann er eisini ein av tónleikarunum í Frændum.