PÁLL FINNUR PÁLL

Páll Finnur Páll hevur seinnu árini gjørt vart við seg sum ein av bestu live-bólkunum í Føroyum. Teirra fløguútgávur hava skapt grundarlag fyri framførslum, sum eru nakað heilt serligt. 

Stóru hittini sum Forelskaður Sjónleikari, Herbergið, Fari Mín Egna Veg, Grannin, Mín Russiski Vinur og fleiri eru sum gjørdir til stórar konsertir – og á Summar Festivalinum er umstøðurnar fullkomnar til lívligar konsertir við nógvum áhoyrarum.

Páll Finnur Páll hava nú fleiri ár á baki. Teir komu við fyrstu útgávuni í 2003, og síðani hava teir givið fleiri fløgur út. Fløgupakkin Du Ved, At Gjørt Er Gjørt, har allar tríggjar studiofløgurnar umframt ein framúr góð live-fløga eru í sama húsa, førdi bólkin av álvara í front í føroyskum tónleiki. Hendan fløgan var ein bestseljari, og ikki minst sangirnir á live-fløguni hava verið nógv at hoyrt í føroyskum útvarpi. 

Síðani hevur bólkurin givið eina fløgu afturat út - Kom Við Mær, ið kom út í fjør - og hetta er kanska besta fløgan, sum bólkurin hevur gjørt. 

Á palli eru Páll Finnur Páll bara blivnir betur og betur við árunum. Teir spæla væl, teir hava sangirnar, og teir duga eisini at upptraðka. Teir hava fleiri ferðir spælt á Summar Festivalinum, og hvørja ferð hava teir havt framúr góðar framførslur. 
Í august verður Páll Finnur Páll aftur at hoyra á Summar Festivalinum.



Bookmark and Share

Keyp her

 Hans Andrias
 
 Annika Hoydal
 
 Tinganest
 
 Týr
 
 Bros
 
 Signar í Homrum
 
 Evi
 
 Hanus G
 

Kim Larsen & Kjukken     Kim Larsen & Kjukken     Kim Larsen & Kjukken     Kim Larsen & Kjukken

Norðoya Sparikassi Atlantic Airways Føroyar Tele Føroya Bjór Postverk Føroyar Trygd Sosialurin Norðhús KBI