Tinganest
Hvør kennir ikki sangir sum Vágagellan, Upp Á Tá og Annan Sang. Og hvør kennir ikki eyðkenda ljóðið hjá bólkinum Tinganest. Teir eru festligir og herligir. Við sjarmerandi vágasoundi og -dialekt løgdu teir Føroyar fyri sínar føtur, og teir eru framvegis framúr, tá ið teir fara á pallin.
Tað eru liðin næstan 30 ár, síðani Tinganest kom við sínari fyrstu útgávu, og samanlagt eru tríggjar útgávur umframt ein savnsfløga komin frá bólkinum.
Nú fer Tinganest aftur at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.